Greenpeacefólkini, sum í gjár klatraðu upp eftir einum av akkerunum á boriskipinum Stena Carron í havnini í Lervick og hava fest eitt tjald í akkerið, ætla sær at verða verandi har í ein mánað aftrat. Hetta skrivar Shetland Times. Nú er so eisini Greenpeaceskipið Esperanza, ið er gamal kenningur í føroyskum og grønlendskum sjógvi, komið til Lervick at samskipa tiltakið. Umboð fyri Chevron, sum hevur leigað skipið til at fara undir fleiri boringar vestan fyri Hetland, sigur í eini viðmerking, at tiltakið hjá Greenpeace er einki annað enn eitt ábyrgdarleyst PR-stunt, sum tikið verður til. Umboð fyri Greenpeace sigur, at orsøkin til at tey fremja tiltøk av hesum slag er óhappið í Meksikanska flógvanum. Tey vilja ávara myndugleikar og oljufeløg um vandan at bora á djúpum vatni. Og ein høvuðsorsøkin til, at hetta tiltakið verður framt júst nú er eisini ein fundur í Noregi í morgin, har umboð fyri fleiri lond skulu taka støðu til eitt uppskot (moratorium, red.) um at gevast við at loyva boringum á djúpum vatni.
Eisini í Føroyum eru myndugleikarnir á varðhaldi. Chefpolitiinspektørurin í Føroyum segði við Útvarpið hjá Kringvarpinum á middegi, at teir eisini fylgja gongdini í Hetlandi, nú ein djúpvatnsboring fer fram á føroyskum øki. Hann vil ikki siga meira um, hvat teir gera, men teir fylgja hendingunum í grannalagnum við stórum áhuga og umhugsa sjálvandi, hvat skal gerast, um nakað tað sama hendir í føroyskum havøki.










