Greenpeace-limirnir, sum tóku seg upp á boripallin Stena Don úti fyri vesturgrønlendsku strondini í morgun, hava útgerð til at halda á í fleiri dagar. Tað sigur Jon Burgwald, sum er umborð á Greenpeace-skipinum Esperanza, sum liggur nærhendis pallinum.
Jon Burgwald sigur við grønlendska kringvarpið, at endamálið við átakinum hjá felagsskapinum er at forða Cairn Energy at gera boringina lidna, áðrenn ísurin kemur. Oljufelagið hevur fyrr sagt, at tað ætlar at enda boringina síðst í september.
Cairn steðgaði boringini, tá Greenpeace-fólkini komu upp á pallin, tí reglurnar siga, at boringin skal steðga, um onkur óviðkomandi kemur pallinum ov nær.
Greenpeace-limirnir, sum sluppu upp á boripallin í morgun, vóru í tveimum gummibátum og sigldu fram við sjóverjuskipinum og tveimum løgreglubátum, sum liggja hjá pallinum.