Greenpeace steðgar veiðitjóvi

Fólk hjá Greenpeace hava leinkjað eitt russiskt skip til bryggjuna í niðurlendska býnum Eemshaven. Russiska skipið eitur ?Mumrinskiiy?, og hetta er sama skip, sum norska sjóverjan kom framá, meðan tað og eitt georgiskt skip umskipaðu fisk í Smoguni í síðstu viku.

Í morgun kom russiska skipið til Eemshaven. Sambært Greenpeace hevur skipið 800 tons av toski í lastini, men tað er ikki greitt, um talan er um ólógliga veiddan fisk. Sambært Greenpeace skuldi ein danskur fiskakeypari hava ein part av lastini.

Greenpeace sigur, at ?Mumrinskiy? hevur brotið fleirtjóða avtalur og reglur fleiri ferðir, og felagsskapurin krevur, at skipið verður lagt og høgt upp sum skjótast.