Greenpeace ger um seg í Hetlandi

Hevur bundið seg til akkerð á boriskipi, sum skal bora brunn fyri føroyska oljufelaigð Føroya Kolvetni

Limir í umhvørvisfelagsskapinum Greenpeace hava í dag klatrað uppá akkerið á boriskipinum Stena Carron, sum liggur í havnini í Lervick í Hetlandi, har tað ger klárt til at fara undir at bora ein brunn skamt frá føroyska markinum. Hetta skrivar Shetland Times.

Greenpeacefólkini, sum hava bundið seg føst í akkerið á hesum heimsins mest framkomna boriskipi, vilja við hesum móttmæla boring á djúpum vatni.

Portalurin veit, at Stena Carron er leigað av Chevron til at bora ein brunn í Lagavulin økinum 160 fjórðingar norðan fyri Hetland. Brunnurin er ein tann norðasti, sum verður boraður í hesum økinum og liggur hann bert knappar 50 kilometrar frá føroyska markinum. Umframt Chevron eru eisini føroyska oljufelagið Faroe Petroleum, eysturríkska OMV og japanska Cieco við í boringini, ið er mett at taka góðar 100 dagar.