Greenpeace eltir oljupall

Í hesum døgum er boripallurin Leiv Eriksson á veg á leitingarleið við Vesturgrønland at bora eftir olju fyri skotska oljufelagið Cairn. Men hann er ikki einsamallur. Greenpeace-skipið Ezperansa eltir pallin, og í hølunum á tí er danska sjóverjuskipið Vædderen.
Í fjør royndi Greenpeace at steðga boringini hjá Cairn, men felagsskapurin hevur ikki sagt, hvat hann ætlar hesaferð. Cairn sigur, at tað hevur álit á, at Vædderen fer at forða Ezperansa at gera nakað, men sum er ger sjóverjan einki, tí pallurin og skipini eru í altjóða sjógvi. Eitt annað Greenpeace-skip, Arctic Sun, er eisini í økinum.