Ein fiskimaður í Gilleleje í Danmark hevur fingið 70.000 krónur í bót, eftir at fólk hjá umhvørvisverndarfelagsskapinum Greenpeace meldaðu hann og fleiri aðrar fyri ólógligan fiskiskap í Kattegat. Harafturat legði rætturin hald á veiðina, sum varð mett til knappar 260.000 krónur.
Fólk hjá Greenpeace settu í fjør GPS-tól umborð á nakrar útróðrarbátar, uttan at eigararnir vistu av tí, og aftaná kundi felagsskapurin so vísa, at bátarnir høvdu roynt á einari leið, sum er stongd fyri allari veiði.
Í síðsta mánað staðfesti rætturin í Helsingør, at GPS-mátingar kunnu brúkast í rættinum sum prógv, og fleiri fiskimenn bíða nú eftir boðum um at møta fyri sama brot sum tann dømdi, skrivar DR.










