Flestu fólk, ið hava verið ein túr í Vágsbotni munnu hava sæð, at tað er ikki hvønn dag, at tað er líka reint og nossiligt har niðri. Innast í Vágsbotni liggur ofta nógv óhumska og flytir og skemmir ikki sørt býarmyndina.
Nú hevur Tórshavnar Kommuna tikið stig til at reinsa upp. Herfyri setti Tórshavnar kommuna eitt tól upp at reinsa innast í Vágsbotni. Talan er um ein "skimmara" frá føroyska felagnum Green IQ, sum hevur heimstað í Kollafirði.
Skimmarin reinsar yvirflatuna á sjónum fyri olju og aðra óhumsku. Hann hevur verið royndur eina tíð og staðfest er, at skipanin riggar væl.
Óhumskan, sum kemur í skimmaran, verður pumpað niðan í frárenningina, sum kemur út í Sersjantavíkini Yviri við Strond.
Bátaeigarar og onnur fegnast um, at innasti parturin av Vágsbotni nú helst verður munandi nossligari.
Á Facebook-síðuni niðanfyri er ein video, sum vísir, hvussu skimmarin arbeiðir:










