Green og Taylor á Toftum

Týskvøldið verður forkunnug konsert í Nebo á Toftum. Tað eru framúrskarandi Country & Bluegrass tónleikararnir Buddy Greene og Jeff Taylor, sum vitja.

 

Buddy Greene er kendur frá vælumtóktu Gaither-upptøkunum, har tað ofta er hann, sum hevur ábyrgdina av tónlistarligu innsløgunum. Hann er nevniliga sannur snillingur á munnharpuni!

 

Í ferðalagi við Buddy Greene er Jeff Taylor, sum meistrar fleiri ljóðføri. Mest kendur er hann fyri harmonikuspælið, og tá ið hann blæsur í írsku tinfloytuna. Jeff Taylor er ein av góðu Nashville-tónleikarunum, og hann hevur spælt saman við so kendum countrystjørnum sum Amy Grant, Vince Gill, George Strait, Ricky Skaggs og Martina McBride.

 

Konsertin verður nú týskvøldið klokkan 20 í Nebo á Toftum. Fyrstu løtuna verður tað ungi tónleikarin og framleiðarin av tónleiki Ólavur á Váli Olsen, sum fer at framføra.

 

Atgongumerki til konsertina kunnu bíleggjast á www.gjamma.com og annars við dyrnar frá klokkan 19. Tað er GJAMMA-LIVE, sum skipar fyri konsertini.