Fyri tveimum árum síðani var føroyski sangleikurin Audition á skránni. Hetta var ein serføroysk uppseting, tá bæði tónleikur, sangtekstur og drama høvdu føroyskan uppruna. Hesuferð verður ein sera navnframur sangleikur á skránni. Í november mánað í ár fara næmingar úr miðnámsskúlunum at framføra sangleikin GREASE í Norðurlandahúsinum.
Sangleikurin GREASE, sum teir báðir Jim Jacobs og Warren Casey skrivaðu, var frumframførdur í Chicago í 1971. Leikurin bleiv heimskendur í samband við filmin av sama navnið í 1978, við leikarunum John Travolta og Olivia Newton-John.
Navnið Grease vísir til serstaka arbeiðara-ungdómsmentan í USA í 50´unum – fólkini nevndu seg ”greasers”. Leikurin lýsir 10 tannáringar í hesi mentan, teirra lív og baks við torskildan kærleika. Tónleikurin og sangirnir royna at endurskapa ljóðið av 50´unum í USA, sum eisini óivað hevur ljómað í Føroyum.
Ein av grundarsteinunum undir sangleikunum hevur verið Rútmiska kórið í Hoydølum. Fyrireikarar av verkætlanini eru eisini Tekniski skúlin í Tórshavn, Føroya Handilsskúli, Tórshavnar Musikkskúli og Føroya Studentaskúli og HF-skeið.
Auditions/Upptøkuroyndir vera 23 & 24 august. Øll áhugað kunnu senda mail til sangleikur@gmail.com Minst til at skriva navn, adressu, telefonnummar, aldur og skúla í umsóknina.
Umsóknin skal vera okkum í hendi seinast hósdagin 21/8.
Leikrøð: SKEYK (1997), GODSPELL (2002), JÓSEF (2004), FAME (2006), HAIR (2008), JESUS CHRIST SUPERSTAR (2010), AUDITIÓN (2012).










