Grease 40 ár

Tað eru 40 ár síðani, at filmurin Grease, og ikki minst tónleikurin, sá dagsins ljós.

Mikudagin hittust John Travolta og Olivia Newton-John og fleiri av hinum, ið leiktu við í kenda filminum Grease.

 

 

Orsøkin til, at hesi funnu saman var, at tey hátíðarhildu, at 40 ár eru liðin, síðani tey innspældu filmin Grease. Tey bæði í høvuðsleiklutunum gjørdust heimskend sum Sandy og Danny.

 

 

Filmurin gjørdist eitt hitt, og bæði filmur, og tónleikurin í filminum, standa í dag sum klassikarar.

 

 

Olivia Newton-John og John Travolta eru í dag 69 og 64ára gomul.