Gravstaður við umleið 40 mumium

Hildið verður, at balsameraðu líkini eru ein familja, sum í sínari tíð hoyrdi til miðstættina í Egyptalandi.

Ein gravstaður við umleið 40 mumium – ella balsameraðum líkum – er funnin í landslutinum Minya, sunnan fyri høvuðsstaðin Kairo í Egyptalandi.

 

Í dag fingu tíðindafólk høvi at síggja gravstaðin, sum er høgdur inn í stein. Eftir øllum at døma eru balsameraðu líkini í góðum standi, sum tikið verður til.

 

Eini 10 av líkunum eru børn. Keramikk og papyrusrullur vórðu eisini funnin í gravstaðnum.

 

Í løtuni er ikki greitt, hvussu gamal leggstavurin er, men hildið verður, at hann kann stava frá byrjanini av rómverjatíðini ella bysantinsku tíðini.

 

Hildið verður, at balsameraðu líkini eru ein familja, sum í sínari tíð hoyrdi til miðstættina í Egyptalandi.

 

Fornfrøðingar í Egyptalandi hava funnið nógvar forngripir seinastu árini og ymiskt, sum er funnið, verður brúkt til at seta meira ferð á ferðavinnuna í landinum.

 

Ferðavinnan í Egyptalandi hevur verið rakt av fleiri yvirgangsatsóknum, og mett verður, at slíkir forngripir kunnu vera við til at veksa um áhugan hjá ferðafólki at vitja landið.