Gravmaskinur á tekjuni

Í Kina verður nógv bygt við øgiligari ferð, og hesir íbúðarblokkar, sum nú verða rivnir niður aftur, vórðu reistir eftir bara seks døgum. Planering og fundament eru ov veikt, og nú hella blokkarnir so nógv vestur yvir, at neyðugt er at taka teir niður aftur.

Sum skilst, er fundamentið undir øðrum blokkum um somu leiðir eisini ivasamt, og tí er ikki óhugsandi, at neyðugt eisini verður at ríva aðrar bygningar niður aftur.

Tá so nógv ferð er á bygging, sum tað í hesum førinum var við íbúðarblokkunum á myndini, hendir tað viðhvørt, at fundamentið svíkur. Blokkarnir, sum nú verða rivnir niður, eru 18 hæddir og standa í Taizhou i Zhejiang-økinum í Kina.

- Eg keypti mær íbúð á 16. hædd, tí útsýnið yvir havið var so gott, sigur Zhan til China Daily. Men longu eitt samdøgur eftir, at hann flutti í íbúðina, mátti hann úr henni aftur.

- Eg hoyrdi ógvusligar brestir - júst, sum eksplotiónir. Hetta var rættiliga ræðandi. Tað vísti seg nevniliga, at berikonstruktiónin brotnaði, sigur Zhan til China Daily, sum bert fekk 17 tímar í nýggju íbúð síni.

Myndirnar av niðurrívingini av íbúðarbygningunum eru farnar um allan heim við tað, at kinverjar hava sett gravmaskinur á tøkini at gera hetta arbeiði. Maskinurnar vórðu hivaðar upp á tekjuna við stórum kranum.