Gravgangur hjá Landsverki at kanna veðurlíkindini

Nú er nakað fráliðið síðani at Landsverk setti veðurmátarar upp kring landið og annars fer nógv burtur úr at upplýsa um koyrilíkindi og veður annars, kring landið. Og her hevur Landsverk av skotið papageykin beint í eyga, tí hetta er ein tænasta, sum føroyingar av álvara hava tikið til sín.

Tað fekk Landsverk prógv fyri í illveðrinum hesar seinastu dagarnar, tá ið so nógv fólk vóru á heimasíðuni hjá Landsverki og kunnaðu seg um veðrið og koyrilíkindini.

Serliga í gjár sigur Landsverk, at so nógv fólk vóru á heimasíðuni hjá landsverki at kunna seg um veðrið, at tað setti met.

Tað varð so stórt trýst á skipanini, at eitt skiftið skramblaði hon saman.

Somuleiðis hevur skipanin verið óstøðug onkrar løtur í morgun, men Landsverk roynir nú at finna eina loysn á trupulleikanum.