Hetta hevur kommunan tikið til eftirtektar, og fer í framtíðini at skipa eitt stórt vinnuøki innast í Kollafirði.
- Støðan er faktiskt hon, at vinnan skríggjar eftir økjum, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn.
Á býráðsfundi í gjárkvøldi var samtykt at broyta byggisamtyktina fyri innasta partin av fjørðinum í Kollafirði til eitt vinnuøki, ístaðin fyri eitt landbúnaðarøki.
Hetta økið er 82.000 fermetrar til støddar og her verður í framtíðini bert loyvt at byggja hús til vinnuvirkir, verksmiðjur, goymslur og virksemi í samband við ymiskar tænastur.