Stórur gravgangur hevur verið eftir atgongumerkjum til tær báðar framførslurnar av The Wall í Norðurlandahúsinum í vikuskiftinum. The Wall er ein rokk opera, sum varð útgivin sum ein dupult fløga frá bólkinum Pink Floyd í 1979. Íslendski rokk bólkurin Dundurfrettir koma nú til Føroya, og skulu framføra sangleikin saman við Føroyska synfoniorkestrinum og næmingum úr Kommunuskúlanum í Havn.
Gravgangur hevur verið eftir atgongumerkjum til framførsluna. Atgongumerkini til fyrstu framførsluna leygarkvøldið vóru sett til sølu fyrst í desember í fjør, og fyri jól var so mikið nógv selt, at skipað varð fyri einari eykasýning fríggjakvøldið.
Hetta var tó ikki nógv mikið, og nú er enn ein eykasýning sett á skránna, sum verður leygardagin kl. 16.00










