Manningarnar, sum í ár luttaka í FM kappróðrinum eru eitt sindur færri, enn tær hva verið seinastu árini. Tær hava ofta knappast um teir trýss. Nú eru tær 48?49. Hetta kundi verið ábending um, at áhugin fyri kappróðrinum ikki er so stórur nú, sum hann hevur verið undanfarnu árini. Men tað heldur Sámal Hansen, sum seinastu fimm árini hevur smíðað flestu nýggju kappróðrarbátarnar, ikki nýtist at vera soleiðis. Og hann hevur nakað at hava sína áskoðan í.
Bátasmiðurin fær javnan fyrispurningar frá kappróðrarfeløgum, sum tosa um og kanska ætla sær at fáa nýggjankappróðrarbát og kanska nýggjar kappróðrarbátar. Um allir fyrispurningarnir, sum Sámal Hansen hesa síðstu tíðina hevur fingið, gerast til veruleika, so hevur hann nóg mikið at takast við í hvussu so er fram til næsta róðrarár og kanska eitt sindur longri enn so.
? Eg havi fingið nógvar fyrispurningar, og fleiri teirra tykjast vera rættuliga seriøsir. Viðhvørt dettur ætlanin niður fyri hjá onkrum, sum hava tókst rættuliga uppsett, meðan kappingin hevur gingið fyri seg. Tað vil altíð vera soleiðis, og tí ber tað illa til hjá mær bara at siga, at tað ikki er hugsningur um hjá øðrum enn teimum, sum higartil hava ætlað sær at fáa nýggjan bát, at fáa hetta gjørt undan komandi róðrarárinum, men áhugin tykist vera stórur fyri nýggjum bátum.
Bara í einum bólki
Sámal Hansen heldur frágreiðingina upp á, at áhugin fyri nýggjum bátum nú er so stórur vera heilt nátúrliga og upplagda.
? Um vit fara 2?4 ár aftur í tíðina, so vóru fáir nýggir og nógvir lutfalsliga gamlir kappróðrarbátar. Myndin er síðani vend heilt á høvdið. Nú eru flestu bátarnir lutfalsliga nýggir, meðan tað ikki eru so nógvir eldri bátar. Fyri einum fýra árum síðani varð so at siga kappast í tveimum bólkum. Tá kappaðust nýggju bátarnir mest sum fyri seg sjálvar, og so kappaðust hinir fyri seg. Nú gongur alt fyri seg í einari kapping. Tey, sum bara hava gamlar bátar, luttaka ikki so nógv í kappingini. Tey hava heldur valt at leggja eitt ella tvey ár burtur ímillum, meðan tey bíða eftir nýggjum báti. Tí er luttøkan ikki so stór í ár, sum hon hevur verið, og tí rokni eg við, at hon so spakuliga fer at økjast aftur tey komandi árini, sigur Sámal Hansen.
Útleggingin hjá bátasmiðinum líkist ikki so lítið gongdini, soleiðis sum hon var fyri einum fjøruti árum síðani. Tá broyttist kapprógvingin soleiðis, at tað bara vóru bátar, sum vóru smíðaðir til kappróður, ið fóru at taka lut. Frammanundan hevði tað verið soleiðis, at so nógvir aðrir, enn bara teir, sum mannaðu rættuligar kappróðrarbátar, hildu seg til. Tá ið hetta slagið av bátum líka sum datt burturúr kapprógvinini, tóktist tað sum um áhugin minkaði eitt sindur. Men so vendi. Kappróðrarfeløgini fingu sær nýggjar kappróðrarbátar, og so bjóðaðu tey seg til aftur.
Eingin munur
Í summar hevur onkuntíð verið at hoyrt, at onkur, sum hevur fingið nýggjan bát fyri heilt fáum árum síðani, er farin at tosa um at skifta út aftur. Hetta kennir Sámal Hansen einki til, og hann heldur ikki, at tað hevur nakað við tað at gera, at fyritreytirnar verða betri fyri góðum úrslitum við einum báti, sum er spildur nýggjur, heldur enn við einum báti, sum er eini trý ella fýra ára gamalur:
? At tað verður tosað um at fáa nýggjan bát bendir oftast á, at tað er góður hýrur í felagnum, og at áhugin er stórur. Tað sást aftur í góðum manningum og harvið góðum úrslitum. Tað er hetta, sum ofta hevur gjørt seg galdandi, tá ið bátarnir hava verið nýggir. Um nýggju bátarnir verða sammettir við teir, ið vóru smíðaðir fyri fleiri árum síðani enn so, so er tað kanska ein munur í vektini. Mátini, sum eg havi brúkt, eru tey somum, sum Niklas í Koltri brúkti. Men tað er ikki óhugsandi, at nýggju bátarnir eru lættari, tí teir hava havt tað betri enn gomlu bátarnir, sum ikki altíð stóðu so væl um vetrarnar. Soleiðis er tað ikki longur, og tí tyngjast bátarnir ikki, soleiðis sum tað sigst, at teir hava gjørð áður. Heldur ikki um teir eru nøkur ára gamlir.
Mest 5 og 6?mannafør
Tá ið vit fregnast eftir, hvat tað eru fyri bátar, sum bátasmiðurin hevur fingið fyrispurningar um at smíða, so sigur hann, at talan fyri tað mesta er um 5-mannafør og so 6?mannafør:
? Eg vænti, at dreingjabátarnir aftur fara at verða fleiri, enn teir eru í ár, og eg vænti avgjørt, at 6?mannaførini fara at gerast uppaftur fleiri, enn tey eru í ár, sjálvt um tey hava verið rættuliga mong í ár. Tað eru bara 27 ár síðani, at tað fyrstu ferð varð róð kapp við 6?mannaførum. Tá høvdu nógvar bygdir 8?mannafør. Seinni hevur tað víst seg trupult at manna 8?mannaførini, og nú kemur tað meiri enn so fyri, at tað úr bygdum, sum áður hava verið frammarlaga í kappingini millum 8?mannaførini eru fyrispurningar um at smíða teimum 6?mannafar. Tí rokni eg við, at talið á 8?mannaførum neyvan fer at økjast, kanska heldur tvørtur ímóti. Men eg rokni við, at 6?mannaførini fara at verða fleiri.
Framtíð í 10?mannaførunum
Kappingin higartil í ár hevur bara verið millum fýra 10?mannafør. Talið hevur støðugt verið lækkandi nógvu tey seinastu árini. Nýggj 10?mannafør eru fyri stuttum smíðað til Vágs, til Tvøroyrar og eisini til Klaksvíkar, men tað hevur einki sæst til hesar bátarnar í ár.
Tað eru ikki so mong ár síðani, at tað meiri enn so kom fyri, at bátatalið í 1. deildar kappingini, sum kappróðrarfólk ofta nevna kappingina millum størstu bátarnar, var tvífalt so stórt, sum tað hevur verið higartil í ár. Og Sámal Hansen, sum umframt at smíða bátar, hevur drúgvar royndir at rógva, og sum nú er stýrimaður umborð á Eysturoyingi, heldur, at vánirnar eru fyri størri luttøku, enn hon hevur verið í ár.
? Eg rokni við, at onkrir av teimum nýggju bátunum, sum ikki hava verið at sæð í ár, fara at koma afturíaftur. Og eg rokni eisini við, at onkur annar fer at halda seg til í kappingini millum 10?mannaførini.
Hvør skuldi tað verið?
? Í síðstu viku nevndu tit hugsanina, at hoyvíkingar skuldu fara at bjóða seg fram. Eg veit einki ítøkiligt um, at teir ætla at gera tað. Men tá hugsað verður um, hvussu stór luttøkan í kappróðrinum er í Havnini og økinum har á leið, so ber væl til at ímynda sær, at onkur fer at halda seg framat og bjóða 10?mannaførunum av. Eg rokni við, at vit kunnu fara at síggja eina gongd, har tey, sum við góðum úrslitum hava roynt seg í 6?mannaførum, fara at hugsa um at manna 10?mannafar heldur enn 8?mannafar. Men nú fáa vit at síggja, hvussu tað fer at vera við hesum.