- Áhugin er stórur, hópur av fólki hava ringt, og nógvar bøkur eru longu seldar, sigur Vilmund Jacobsen, sum hevur skrivað bókina ?UMBORÐ ? søgur um siglandi? Bókin snýr seg um lívið hjá umleið 50-60 siglandi føroyingum ? í flestu vinnugreinum og úr øllum landinum.
Hetta eru samrøður við útróðrarmenn, línumenn, trolmenn, menn í langfarasigling, eins og fólk í ferðamannasigling.
Í nøkur ár hevði Vilmund Jacobsen, sum starvast á Sosialinum, fastan tátt í blaðnum undir heitinum ?Umborð?, og hesar greinar eru høvuðsgrundarlagið undir bókini.
Onkur søga hevur tó ikki verið á prenti áður, eitt nú samrøðan við Rúna Poulsen, um ein ringan túr við danska nótabátinum Fabian í 1987, tá øll hildu, at skipið var burturgingið við mann og mús.
Teir sendu út neyðarkall, tá brúgvin fórst illa í herviligu ódnini, og í meira enn 14 tímar hoyrdist einki til teir 11 menninar umborð.
Søga er eisini um hendingina, tá menninir umborð á Thor Sentry komu í havsneyð.
Ein ógvuliga nemandi søga er um Hans Magnus Hansen, sum á vári 2004 mundi doyð á Norðhavinum, tá bátur hansara fekk ein sjógv og sakk.
Vilmund Jacobsen sigur, at nógv hava spurt eftir bókini í dag, síðan tað gjørdist greitt, at hon fór at koma á marknaðin.
- Nógv fólk hava ringt, og tað hava bókahaldlar og sølubúðir eisini. Nógv eintøk eru longu seld, leggur hann aftrat.
Bókin, sum er 300 síður og kostar 298 krónur, fæst nú til keyps á hesum støðum: Rit og Rák (SMS), H.N. Jacobsen?s Bókahandli, Alfa Bókahandli, Klaksvík, Colorama og Bókabúðini í Saltangará, hjá Børga í Kollafirði og Ellubitanum á Sandi.
Tað er Estra í Gøtu, sum hevur prentumsitið.










