Gravgangur eftir Klintrimús

Tað tók Kunningarstovuni hálvan tíma at selja atgongumerkini til fyrstu eykasýningina. Eftir tveimum og einum hálvum tíma var so gott sum útselt Leikurin um Klintrimús og hini dýrini í Valbakkaskógini er sera væl umtóktur. Klokkan 9.00 í morgun fór Kunningarstovan at selja atgongumerki til fimm eykasýningar, og tað tók teimum bert hálvan tíma at selja atgongumerkini til fyrstu sýningina. Klokkan 11.30 var stórt sæð útselt, við einstøkum atgongumerkjum eftir. Eingin er eftir av teimum heldur.

- Vit gera tað, at vit selja til tey, ið koma inn til okkara fyrst og fremst. Men eru vit fleiri til arbeiðis, taka vit eisini móti bíleggingum umvegis telefonina, greiðir Ingigerð á Trøðni frá.

Áhugin hevur verið sera stórur fyri Klintrimús, og fyrispurningar um eykasýningar koma í jøvnum bylgjum. Higartil hava tey verið noydd til at siga nei við fleiri, ið ynskja at síggja leikin. Men kanska nakrar fáar sýningar vera eftir 8. februar, sum er seinasta eykasýning í hesum umfarinum.