Fólk hava tikið væl ímóti norðoyastevnukabarettini, Haugaard Pelagic. Onkur sýning er longu útseld, og nú kemur enn ein eykasýning.
Longu fyri viku síðani var sýningin í kvøld klokkan 21 útseld, og tá bleiv ein sýning klokkan 18 sett til sølu. Men nú atgongumerkini eisini eru farin at ganga undan har og til í annaðkvøld klokkan 18, kemur nú ein eykasýning aftrat, sum verður í annaðkvøld klokkan 21. Fleiri eykasýningar verða ikki.
Í gjárkvøldið var fyrsta sýningin fyri mestsum fullsettari Badmintonhøll í Klaksvík, og fólk tóku sera væl ímóti undirhaldinum, ið fevnir um eina sera breiða viftu av øllum møguligum.
Showmenn, sum standa fyri tónleikinum í sambandi við kabarettina, fara í kvøld at spæla til dans í Badmintonhøllini í Klaksvík, har tað eisini er eydnast teimum at lokka Jacob Haugaard upp á pallin at syngja við.
Vit eru ótrúliga fegin um góðu undirtøkuna, og at alt hevur gingið so væl, sigur Rudolf Joensen, formaður í Klaksvíkar Sjónleikarfelag.
Myndina hevur Anton Højgaard tikið.