Gravgangur eftir Flying Superkids

Tað tók ein hálvan tíma at selja góð 200 eyka atgongumerki til Flying Superkids, sum hava sýningar 30. og 31. mars

Fólk eru sera spent at síggja framsýningarnar hjá Flying Superkids. Alt var útselt, men nú hevu rtað eydnast fyrireikarunum at finna eyka pláss til tær báðar sýningarnar, sum verða 30. og 31. mars.
Vit høvdu fingið góð 200 atgongumerki eyka, og tá vit byrjaðu at selja hesi klokkan níggju í morgun, stóð long bíðirøð uttan fyri, verður sagt av Kunningarstovuni í Havn, sum seldi hesi eyka atgongumerkini.
Tað tók ikki meiri enn ein hálvan tíma hjá Kunningarstovuni at sleppa av við tey gott 200 atgongumerkini, so sigast má, at áhugin fyri sýningunum er stórur.
Flying Superkids er upprunaliga eitt fimleikalið, sum gjøgnum árini hevur ment seg til eitt altjóða viðurkent framsýningarlið. Liðið vitjar á fyrsta sinni í Føroyum, og skulu í ár vitja so fjarskotin lond sum Kina, Grønland, Turkaland, Libanon og Føroyar.
Tað er eitt samstarv millum Smyril Line, Havnar Fimleikafelag og Flying Superkids, sum hevur fingið ferðina til Føroya í lag.
Danska liðið skal sum nevnt hava tvær sýningar, 30. og 31. mars, báðar dagar klokkan 19.00 á høllini á Hálsi. Báðar sýningarnar eru útseldar.