Tá freistin at søkja festið í Fámara var úti seinnapartin í gjár, vóru 10 umsóknir komnar til Búnaðarstovuna, sum hevði lýst festið leyst.
Við Kringvarpið sigur Bjørn Patursson, stjóri á Búnaðarstovuni, at tað væntandi gongur ein vika, áðrenn støða er tikin til, hvør av teimum 10 umsøkjarunum fær festið.
Festið í Fámara ber 80 áseyðir og 25 áseyðir fylgja við festinum, sum verður yvirtikið við ástandandi bygningum, millum annað sethúsi, í verandi støðu og standi.
Ein av treytunum fyri at fáa festið, er at viðkomandi býr í Suðuroy ella flytur til Suðuroyar fyri at kunna taka við tí.










