Tað kann ikki sigast annað enn, at fólk eru áhugað at hoyra og síggja tjekkisku Country Sisters á palli í Føroyum. Hotel Føroyar, sum á hvørjum ári bjóðar einum ella tveimum bólkum hendan vegin, hevur verið fyri rættuligum ódnarveðri seinastu tíðina. Tilboðið við gisting, borðhaldi og dansi er sera væl umtókt og eru longu 200 fólk á bíðilista. Frá hotellinum siga tey seg ikki hava upplivað slíkt áður.
Tíanbetur fyri tey mongu country-áhugaðu er meira enn tann eina konsertin í Føroyum. Umframt framførsluna fríggjakvøldið 4. apríl vera tær eisini at hoyra í Mentanarhúsinum í Fuglafirði leygarkvøldið 5.apríl. Atgomgumerki fáast í forsølu í Kunningarstovunum og í Shellstøðini í Gøtudali. Í Fuglafirði verður eisini møguleiki at fáa ein góðan bita, eingin minni enn Birgir Enni fer at borðreiða við ymiskum úr sjónum. Bert 100 fólk sleppa til stóra fiskaborðið í Fuglafjarðar Mentanhúsi, so her ræður um at vera skjótur at bíleggja borð.
Live-fløgurnar við Country Sisters, sum komu í sølubúðirnar fyrr í mánaðinum, eru longu útseldar. Næsta sendingin við fløgum er á veg. Tær skulu eisini á pallin í Portalen í Danmark í næstum saman við øðrum kendum Country-bólkum. Tær hava í fleiri ár ferðast runt í Europa og framført fyri fullum húsum. Nú er túrurin komin til okkara at uppliva eina spennandi framførslu countrytónleiki.