Tað er ongin ivi um at Michelinstjørnan, sum KOKS fekk í fjør, gjørdi stóran mun. Matstovan var fullbókað hvønn dag alt árið í fjør, og gongdin er tann sama í ár. Ein triðingur av plássunum á matstovuni í ár er longu bílagdur, sigur høvuðskokkurin á KOKS, Poul Andrias Ziska.
Hóast Poul Andrias Ziska hevði væntað, at KOKS fór ikki at missa Michelinstjørnuna, so ásannar hann, at tað kendist sera gott, tá tað fyrr í vikuni gjørdist greitt, at KOKS varðveitir Michelinstjørnuna.
Tá KOKS fekk Michelinstjørnuna í fjør, fekk matstovan ómetaliga nógvar bíleggingar úr øllum heiminum, og gongdin tykist verða tann sama í ár. Tá borðbíleggingarskipanin fyri í ár varð latin upp fyrst í hesum mánaðinum, varð meira enn ein triðingur av plássunum á matstovuni bílagdur eftir bara einari góðari viku.
Nógv tær flestu bíleggingarnar eru úr grannalondunum og eisini úr USA og Onglandi, men í ár hava eisini fitt av føroyingum bílagt borð á KOKS.
Á KOKS hava tey útlendskar gestir, sum koma til Føroya bara fyri at eta á matstovuni. Tey flúgva til Føroya, eta á KOKS, og fara so av landinum aftur, sigur Poul Andrias Ziska, høvuðskokkur á KOKS.
Les meira í VikuskiftisSosialinum, sum er at fáa í sølubúðunum kring landið.










