Gravgangur eftir at verða skúlastjóri í Klaksvík

Tað er gravgangur eftir at verða skúlastjóri á Ziskatrøð í Klaksvík

Tað er greitt, nú mentamálaráðið hevur søkt eftir skúlastjórum til ymsar skúlar.

Serliga stórur áhugi er fyri at verða skúlastjóri við skúlan á Ziskatrøð, tí tað er heilar 17 umsóknir til tað starvið, sigur Skúlablaðið.

Signar á Brúnni hevur verið skúlastjóri har í nøkur ár og leggur frá sær fyri aldur í summar.

Í Skúlanum á Ziskatrøð, sum myndin er av, eru 430 næmingar í 10 árgangum, og 37 lærarar eru í skúlanum.

Skúlastjórin í Miðvágs-Sandavágs skúla, Hans Jørgensen, leggur eisini frá sær fyri aldur. Fýra umsóknir eru komnar inn til hetta starvið.

Í Miðvágs/Sandavágs Skúla eru 314 næmingar í 10 árgangum, og 22 lærarar starvast í skúlanum.

Áhugin at gerast skúlastjóri í Tvøroyar skúla er ikki eins stórur; har eru 2 umsóknir komnar.

Jóhan Joensen hevur verið fyribils settur.

Í Tvøroyrar Skúla eru 261 næmingar í 10 árgangum, og 26 lærarar starvast í skúlanum.

Trý vilja gerast skúlastjóri í Sandoyar Meginskúla, har Elna Skylv Hansen hevur verið stjóri í nøkur ár, men hon hevur nú lagt frá sær.

Í Sandoyar Meginskúla eru 76 næmingar í 6.-10. árgangi, og 9 lærarar starvast í skúlanum.

Áhugin er gerast fyrstilærari í Skála skúla er eisini stórur, har vóru umsóknirnar 8 í tali.

Í Skála Skúla eru 79 næmingar í 7 árgangum, og 8 lærarar starvast í skúlanum. Don Joensen hevur verið fyrstilærari.

Øll stjórastørvini verða sett frá 1. august 2012, sigur Skúlablaðið.