Tað er rættiligur gravgangur eftir at verða formaður í Føroya Maskinmeistarafelag.
Hesi seinastu umleið átta árini hevur formaðurin verið valdur beinleiðis, men alla hesa tíðina er tað ikki meiri enn komið fyri, at meiri enn eitt valevnið hevur verið til formanssessin
Men á næsta aðalfundi, sum verður um góðar tveir mánaðir, má av álvara sannast, at stríðsval verður um formanssessin.
Tað eru nevniliga heili fýra mans, sum bjóða seg fram at verða formaður.
Hvørt valskeið er tvey ár.
Jógvan Nybo, sum hevur verið formaður í nøkur valskeið, hevur boðað frá, at verður hann afturvaldur, tekur hann av.
Freistin at stilla upp til formansval, var 15. desember. Og tá ið freistin var úti, vóru fleiri avbjóðarar til starvið.
Tað eru ikki færri enn tríggir mans, sum bjóða honum av á valinum og sostatt er greitt, at Jógvan Nybo fær harða kapping á valinum.
Teir tríggir avbjóðararnir á formansvalinum eru næstformaðurin í felagnum, Páll Hansen úr Havn, Jóan Petur Patursson, sum er tiltakslimur í nevndini. Og seinasti avbjóðarin er Finnleif Guttesen, sum áður hevur verið formaður í Maskinmeistarafelagnum eitt skifti.
Jógvan Nybo dugir ikki at siga, hví hesin brádligi áhugin er íkomin fyri at verða formaður í Maskinmeistarafelagnum.
Hann dugir heldur ikki at siga, um eftir er ein avleiðing av, at ónøgd hevur verið við arbeiðið hjá nevndini.
- Eg áni tað ikki, sigur hann.
Longu byrjað
Annars eru eisini trý uppskot komin inn um nevndarlimir. Talan er um Jørgin Mørkøre og Regin Olsen, sum báðir eru nevndarlimir í løtuni og áðurnevndi tiltakslimurin, Jóan Petur Patursson.
Men her skal leggjast afturat, at tað ber til at skjóta valevni til sjálva nevndina upp á sjálvum aðalfundinum
Hinvegin er tað greitt, at fleiri uppskot til formansvalið vera ikki at velja ímillum, tí tey uppskotini skuldi verða komin inn í seinasta lagið um ársskiftið.
Aðalfundurin verður 24. mars, men enn er ikki greitt, hvar hann verður
Og valini eru longu byrjað, tí teir limir, sum eru burturstaddir, ella annars ikki fáa møt á aðalfundinum, kunna atkvøða við brævatkvøðu, teir seinastu tríggjar mánaðirnar undan aðalfundinum.