Í Vági kunna tey í hesum døgum fegnast um, at undirtøkan fyri Ítróttaháskúlanum í Suðuroynni ikki bara er stór, men størri enn skúlin kann megna.
Á heimasíðuni hjá skúlanum verður nevniliga upplýst, at heystskeiðið, ið byrjar 14. august, er fullteknað, og at fleiri umsøkjarar hava fingið boð um, at einki pláss er eftir.
- Talan er um ung úr bæði Føroyum og Danmark, sum í tíðarskeiðnum frá 14. august til fyrru helvt av desember fara at ganga á Ítróttaháskúla í Suðuroy, skrivar skúlin á heimasíðuni.
Á heystskeiðinum er pláss til 36 næmingar, ið hava valmøguleikan at ganga á einum av teimum fýra breytunum, adventure, hondbóltur, fótbóltur og svimjing, ið skúlin bjóðar:










