Stórur áhugi er fyri at lesa á Fróðskaparsetrinum komandi ár. Heili 369 umsóknir vóru komnar inn mánadagin, tá freistin var úti. Fróðskaparsetrið væntar, at tað verða umleið 240 nýggj lesandi á Setrinum eftir summarfrítíðina, men talið á úmsóknum, sum komu inn er heilt uppi á 369 umsóknir. Næstan helmingurin av hesum eru til Læraraskúlan.
Annars er tað er eisini væl spjatt út um deildirnar.
Til Náttúruvísindadeildina komu 64 umsóknir inn og har verða væntandi 50 lesandi tikin inn.
Til Føroyamálsdeildina komu 31 umsóknir inn og verða væntandi 30 tikin inn.
67 søktu inn á Søgu- og samfelagsdeildina, og har verða eini 60 væntandi tikin inn.
59 umsóknir vóru um at koma inn á Sjúkrarøktarfrøðiskúlan, og har verða 22 næmingar tiknir upp.
Nógv størstur áhugi var tó fyri Læraraútbúgvingini, sum nú eins og sjúkrarøktarskúlin, hoyrur til Fróðskaparsetrið.
Heili 148 umsóknir vóru um at koma inn á læraraskúlan, og verða væntandi 80 næmingar tiknir upp í ár.
Til flestu av teimum 10 útbúgvingunum, sum Fróðskaparsetrið bjóðar út í ár, eru fleiri umsøkjarar, enn pláss eru til. Tó er enn pláss á útbúgvingini í lívfrøði og á útbúgvingini í jarð- og havfrøði á Náttúruvísindadeildini.