Gravgangur eftir at sleppa inn

Tað er næstan bara at velja og vraka, sigur Sjúrður Olsen

Tað er sannur gravgangur eftir at fáa høli í nýggja Sjóvinnuhúsinum, Tórshavnar Býráð er í ferð við at gera á Vestarubryggju í húsinum, har Saltsølan helt til.

 

Tað sigur Sjúrður Olsen, formaður í Vinnunevndini hjá Tórshavnar Býráð.

 

Býráðið hevur nú samtykt at játta 4,18 milliónir at seta sjøtul á at innrætta húsið, sum tilsamans fer at kosta 59 milliónir at innrætta og arbeiðið verður so gjørt liðugt hesi bæði næstu árini.

 

Arbeiðið at innrætta bygningin verður boðið út tíðliga í summar og fer at taka 18 mánaðir og hølini verða leigað fyri marknaðarprís.

 

 Sjúrður Olsen sigur, at longu nú, áðrenn farið undir arbeiðið, hava tey fingið ein hóp a umsóknum, bæði úr Havn, men eisini frá fyritøkum kring landið og eisini uttanlands.

 

Talan er um alt slag av umsóknum, men húsið skal brúkast til endamál, sum hava við sjóvinnu at gera, sigur hann.

 

Og har eru nógvir møguleikar, tú húsið er í fimm hæddum á tilsamans slakar 2.799 fermetrar

 

Men ætlanin er, at smærri fyritøkur kunnu vera felags um ávís høli, eitt nú fundarhøli, prent, matstovu.

 

- Av tí, at verkstøð og goymslur skulu virka í sama bygningi sum matstova og skrivstovur, verður spennið stórt millum rá arbeiðsrúm og tignarlig fundarrúm, sigur nevndarformaðurin.

 

- Ætlanin er, at nýbyggingin skal liva upp til øll dagsins krøv til nýmótans altjóða skrivstovu umhvørvi, samstundis sum spor av gamla saltsølubygninginum verða varðveitt. Eitt nú er ætlanin, at innsíðan av útveggjum eru gomlu betongveggirnir, sum bert verða pussaðir og málaðir.

 

Bygningurin verður upphitaður við sjógvhita.

 

Nú er eisini ætlanin at skriva undir ætlanarskriv við áhugaðar fyritøkur, so at tær kunnu flyta inn í bygningin, tá hann er liðugt umvældur.

 

Sjúrður Olsen heldur ikki at kostnaðurin er so ræðandi.

 

- Vit hava útveggirnar, men tilsamans kostar húsið 11.000 krónur fermeturin og tað er minni enn helvtin av tí, býráðið annars hevur bygt fyri, sigur hann.

 

Klokkan 20.30 í kvøld verður ein samrøða við Sjúrð Olsen um ætlanina at hoyra her á in.fo