Í gjár bleiv tað møguligt hjá teimum, sum eru 45 ár og eldri, at bóka sær tíð til koppseting. Og tað hevur gingið sera skjótt.
– Ongar tøkar tíðir - royn aftur í morgin, skrivaði Landsjúkrahúsið í gjárkvøldið.
Tað vil siga, at tey, sum royndu at bóka sær koppseting í gjár til fánýtist, kunnu royna aftur í dag.
Landssjúkrahúsið upplýsir, at fleiri enn 1.600 fólk vóru inni á bókingarskipanini hjá Sjúkrahúsverkinum í gjár og bókaðu sær tíð til koppseting komandi dagarnar.
Men í gjárkvøldið vóru ikki fleiri tøkar tíðir, tí so nógv høvdu verið inni og bókað sær tíð. Men latið verður upp fyri fleiri tíðum fyrrapartin í dag..
– Tey, sum eru 45 ár og eldri, eru vælkomin at royna aftur tá, sigur Landssjúkrahúsið.











