Búseting
Klaksvík: Tað er stórur áhugi fyri at seta búgv í Klaksvík.
Steinbjørn B. Jacobsen, borgarstjóri, sigur, at kommunan hevur einar 80 umsóknir um grundstykki.
Fleiri av umsóknunum eru frá fólki, sum búgva í Klaksvík. Men tað eru eisini fleiri umsóknir frá fólki, sum búgva aðrastaðni, men sum ætla at flyta til Klaksvíkar.
Steinbjørn Jacobsen heldur, at tað er tunnils-fepurin, sum longu er farin at gera um seg og fær fólk at søkja um grundstykki í Klaksvík longu nú.
Men sum er, klárar kommunan ikki at nøkta tørvin.
Steinbjørn B. Jacobsen sigur, at kommunan hevur stykkjað 24 stykki út á Helnarbrekku og farið verður nú undir 14 afturat. Seinni verður so farið undir eina nýggja útstykking Undir Fossum.









