Gravgangur eftir Amariel

Fríggjadagin var fernisering í Leikalund í sambandi við, at Amariel Norðoy lat upp listaframsýning. Rættuliga nógv fólk stukku inn á gólvið, og 17 av teimum 40 verkunum, sum hann sýndi fram, vórðu seld hendan dagin. So ikki kann annað sigast enn, at Amariel er vælumtóktur í sínum heimstaði. Hetta er annars fyrstu ferð í 19 ár, at Amariel hevur listaframsýning í Klaksvík.
Høvuðsevnið í hansara verkum í Leikalund er Mikladalur, og verður framsýningin hangandi uppi til umleið hálvan juli.