Tipsblaðið valdi í gjár besta leikara í fyrru hálvu av superliguni í Danmark. Danski landsliðsverjuleikarin hjá FC Keypmannahavn, Michael Gravgaard, fekk heiðurin annað árið á rað. Venjararnir í superliguni velja besta leikara, og Gravgaard vann framman fyri Ulrik Laursen hjá OB og Mikkel Thygesen hjá FC Midtjylland.
Fyrstu ferð hesin heiður bleiv givin var í 1994, og hetta er fyrsta ferðin síðani, at sami leikari verður valdur til besta leikara í fyrru hálvu tvey ár á rað.









