Gravesen vil ikki taka heiligvág

Danski landsliðsspælarin Thomas Gravesen hevur gjørt vart við seg í Spania, tí hann vil ikki taka heiligvág, og nú um dagarnar var aftur galið. Gravesen vildi ikki taka antibiotika í farnu viku, og tí gjørdist hann ikki klárur til dystin hjá Real Madrid ímóti Getafe sunnudagin. Sagt verður, at hevði Gravesen tikið heiligvágin, sum hann fekk tilskrivaðan, hevði hann verið førur fyri at spæla.