Størsti dysturin í skotskum fótbólti er uttan samanlíkning dysturin millum feløgini Rangers og Celtic, sum bæði koma úr Glasgow. Sunnudagin brustu hesi bæði liðini enn einaferð saman, og hesaferð endaði tað við javnleiki. Danin Thomas Gravesen legði Celtic á odda tíðliga í dystinum, men stutt fyri leiklok javnaði Rangers. Celtic er langt fremst í skotsku Premier Division. Liðið er 14 stig frammanfyri næstfremsta liðið.
LesarabrøvLesarabrøv