Gravesen heimaftur uttan kilt

Síðan fyrradagin hevur tað ljóðað fyri heilt víst í donskum miðlum, at Thomas Gravesen nú skiftir stuttubuksurnar í Madrid við ein kilt í Skotlandi. Gravesen hevur verið í Glasgow og roynt fingið ein sáttmála í lag við Celtic. Men í gjár kom Gravesen til Danmarkar aftur, uttan nakran sáttmála við Celtic. Hetta merkir, at umboðsmaðurin hjá Gravesen hevur fingið skund, tí hóskvøldið á miðnátt letur flytigluggin aftur. Ekstrablaðið skrivar í dag, at orsøkin til, at sáttmálin ikki varð skrivaður undir var tann vanliga læknakanningin. Læknin fann okkurt galið við knænum hjá Gravesen, men ein nýggjur lækni skal síðani hava sagt gott fyri knænum. Tí er hóast alt møguligt, at Gravesen skiftir til Celtic hóast alt.