Danski landsilðsspælarin Thomas Gravesen var ikki partur av hópinum, tá Real Madrid um vikuskiftið riggaði seg til venjingarlegu í USA. Gravesen hevur longu tvær ferðir verið partur av roki í Real-leguni í summar, og tað er ikki nakað, sum venjarin, Fabio Capello, ætlar sær at góðtaka. Real Madrid hevur gjørt stórar íløgur í nýggjar spælarar, síðani Capello kom til í summar, og í miðlunum hevur leingi verið gitt, at Gravesen var ein av spælarunum, sum var á veg úr felagnum.