Gravarrúmið hjá Elvis til sølu

Gravarrúmið, sum Elvis Presly varð lagdur í eftir deyð hansara, er nú til sølu.

Amerikanarar selja tey mest ótrúliga tingini. Nú skal gravarrúmið hjá Elvis Prelsey setast til sølu.

 

Alt rúmið, har líkið hjá sangaranum varð lagt eftir hansara deyða í august 1977, er sett til sølu á Julien’s Auctions – eitt auktiónshús, sum eitt nú eru kend fyri at selja lutir hjá deyðum kendum fólkum. Boðið byrjar við 100.000 dollarar.

 

Rúmið er allarhelst at meta sum tað mest sermerkta, sum auktiónshúsið hevur sett til sølu. Og allarhelst verður søluprísurin munandi hægri enn 100.000 dollarar.

 

Rúmið er ein privat grøv á Forest Hill kirkjugarðinum í Memphis, Tennessee. Elvis og mamma hansara Gladys lógu í hesum rúmið í tveir mánaðir. Eftir hetta fekk pápi Elvis, Vernon

Presley loyvi til at jarða Elvis og mammu hansara í Graceland.

 

Sama auktiónshús fer 23 og 24 juni eisini at selja kjólan, sum Amy Winehouse var ílatin í videolagnum av Rehab, ein sigarettpakka við Beatles-autografum og ein keramik hund,

sum Meatloaf hevur átt.

 

Hetta veit eb.dk í dag.