Ætlanin hjá bretska kringvarpinum, BBC at senda eina Panorama-dokumentarsending um mutur innan altjóða fótbóltssamgonguna, FIFA kemur illa við hjá teimum, sum vilja vinna Onglandi HM-vertskapin í 2018.
Andy Anson, sum er leiðari fyri teir ensku HM-vertskapsfyrireikarnar sigur bart út, at BBC er ópatriotiskt, og vil Onglandi ilt, við at senda Panorama-sendingina, mánakvøldið tann 29. november, bert trígjar dagar áðrenn høvuðsstjórnin hjá FIFA skal taka avgerð um hvør skal hýsa HM-endaspælinum í 2018. - Eg eri ógvuliga vónbrótin av tíðarvalinum hjá BBC, at teir velja at senda sendingina, áðrenn avgerðin um HM-vertskapin í 2018 er fallin, sigur Andy Anson við BBC. - Eg haldi so ikki, at tað er serliga patriotiskt, staðfestir Andy Anson.
Leiðslan í BBC tvíheldur hinvegin, at Panorama-sendingin, sum verður send mánadagin tann 29. november hevur stóran, almennan áhuga.
Andy Anson hevur hitt aðalstjóran hjá BBC, Mark Thompson á máli um Panorama-sendingina, men hann ger greitt, at hann hevur ikki biðið beinleiðis um, at sendingin verður tikin av skránni.
- Eg bað ikki um tað, men eg gjørdi teimum í BBC greitt hvørjar avleiðingar sendingin kann fáa, greiðir Andy Anson frá. Anson kennir eisini til innihaldið í brøvinum, sum tey, ið framleiða Panorama-sendingina hava sent til høvuðsstjórnar-limir hjá FIFA. Talan er um fólk, sum teir gravandi journalistarnir hjá BBC ynsktu at gera samrøðu við.
Nú kemur kenda BBC-sendingin møguliga at kosta Onglandi HM-endaspælið?










