Í løtuni eru arbeiðsmenn í ferð við at flyta ein net-kaðal frá Føroya Tele, sum gongur beint gjøgnum komandi byggiøkið norðan fyri Posthúsið, har stóra høllin til komandi mentanarhúsið skal liggja.
Umskipanin av kaðalinum skal vera liðug um eina viku ella so, skrivar Klaksvíkar kommuna, og tá skal byggiøkið girðast av. Hetta merkir samstundis eisini, at p-økið millum Posthúsið og Jacqson ikki er tøkt eftir hetta, og bilar í miðbýnum mugu finna onnur støð í býnum at parkera.
– Talan er um eina spennandi verkætlan, sum Ósbjørn Jacobsen Arkitektar standa fyri, og sum Kanjon er høvuðsarbeiðstakari fyri. Gongur eftir vild, verður nýggja mentanarhúsið í Klaksvík liðugt at taka í nýtslu við ársenda 2022, skrivar Klaksvíkar kommuna.
Nýggja mentanarhúsið í Klaksvík er partur av miðbýarætlanini, sum kann síggjast her.