Grava út eftir Víkavegi

Í eina tíð hevur verið grivið fram við Víkavegi og hevur ikki verið koyrarndi í styttri tíðarskeið

Í eina tíð hevur verið grivið fram við Víkavegi og hevur ikki verið koyrarndi í styttri tíðarskeið.

 

Kommunan gav fyrr í ár FT-Net og SEV graviloyvi til nýggjan ljósleiðarakaðal frá Klaksvíkar Sjúkrahúsi til grótbrotið á Bumshamri.

 

Talan er um stórt arbeiði, og tá ið farið varð undir at grava, kom fram, at pláss ikki var fyri kaðalum í vestaru gongubreytini ein part av teininum. Tí verða kaðalar í onkrum styttri strekki lagdir út í vegin.

 

Kloakkin og vatnið eru ikki løgd av nýggjum í pørtum av teininum. Tí hevur umsitingin í samráð við formannin í Umhvørvis og Býarskipanarnevndini, Kristian Eli Zachariassen valt at framskunda hetta arbeiðið, sum annars er raðfest í spillivatnsætlan kommununnar. Hetta merkir, at klaokk- og vatnleiðingin nú verður nýløgd eftir hesum teini eisini.

 

Tá ið hetta graviarbeiðið er liðugt, kann gongubreytin í vestaru síðu út eftir Víkavegi og Bumshamarsvegi gerast liðug við kantsteinum og asfalti, tí tá eru allar leiðingar komnar í og dagførdar.