Grava út fyri stadion í Gøtu

Í gjár var farið undir at grava út og planera, nú stadion-økið í Gøtu skal betrast. Hetta so tað er í samsvari við UEFA-krøvini til føroyskan fótbólt.
Enn er ikki endaliga greitt, hvussu nýggja stadion-økið kemur at síggja út, men EM-ráðgeving í Gøtu hevur gjørt uppskot, sum kommunan skal taka støðu til. At arbeiðið kortini er byrjað longu nú, kemst av, at spreingiarbeiðið til nýggja handilsdepilin í Gøtudali er byrjað, og tí er upplagt, at grótið verður endurnýtt, nú stadion-arbeiðið kortini skal ígongd.