Grava út fyri lutaíbúðum í Leirvík

Arbeiðið at byggja lutaíbúðir við Ranggil í Leirvík er byrjað Byggifelagið JHR Entreprenørar er byrjað at grava út og planera økið til lutaíbúðirnar, sum skulu byggjast við Ranggil í Leirvík. Talan er um fimm íbúðir, sum eru millum 55 og 70 fermetrar til støddar.

Lógin um lutaíbúðir varð herfyri løgd fyri Løgtingið, og gongur eftir ætlan, verður hon samtykt í hesum mánaðinum. Tá lógin er samtykt, hevur kommunan betur grundarlag at taka støðu til, hvussu byggingin skal skipast.

Lutaíbúðirnar, sum ætlanin er at byggja í 2008, eru serliga ætlaðar tilkomnum og eldri fólki, sum ynskja at búgva í eini minni íbúð, skrivar Leirvíkar kommuna á heimasíðu síni.