Grava ríðibreytina av í sambandi við tunnil

Arbeiðið við tunnilsmunnan til Húsareynstunnilin vestan fyri Hotel Føroyar í Havn er nú komið so mikið langt, at ríðibreytin nú verður grivin av. Hon verður gjørd aftur, tá arbeiðið er liðugt

 

Nú verður ikki so leingi, til Húsareynstunnilin verður skotin ígjøgnum. Alt arbeiði verður gjørt norðanífrá, og alt tilfarið verður koyrt út í norðara enda við Villingadalsvegin. Tilfarið verður brúkt til vegaarbeiði við innkomuvegin og til útstykkingina av ídnaðarøkjum oman fyri Sandvíkarhjalla.

 

Tórshavnar býrá boðar nú frá, at í sambandi við at vegur verður gjørdur til munnan á Húsareynstunnlinum, er neyðugt at grava ríðibreytina av.

 

Arbeiðið byrjar í morgin. Tá ið arbeiðið er liðugt, verður ríðibreytin afturgjørd. Endurgerðin verður væntandi liðug 20. juli í summar.

 

– Fólk, ið ynskja at ganga ella renna á rossagøtuni, kunnu koyra út í Havnardal ella longur niðan á Oyggjarvegin fyri at sleppa framat Rossagøtuni, skrivar Tórshavnar kommuna.