Símun V. Arge, savnsvørður á Føroya Fornminnissavni
Rannsóknin
Í bakkanum undir Junkarinsfløtti komu umfatandi bústaðaleivdir til sjóndar í einum øki upp á uml. 80 m fram við bakkanum. Hetta bar prógv um, at umfatandi leivdir eftir umfatandi búseting fjaldu seg undir svørðinum í lendinum. Rannsóknir eru gjørdar av sjálvum bakkanum og í einum avmarkaðum øki niðan frá bakkanum. Hesar hava avdúkað upp til 2 m tjúkkar fláir við leivdum frá eini búseting, har fólk hava búleikast í tíðarskeiðinum 800/900 til uml 1200 e.Kr.
Í nevndu fláum eru funnir lutir, ið vanligir eru at finna í bústaðaleivdum her á landi, so sum ílatabrot úr innfluttum fitisteini og úr føroyskum leiri eins og renlar. Fyrsta árið varð funnin forkunnug brosja úr bronsu, og í ár eru funnin brot av jarnknívum. Í løtuni fer fram kanning av bygningi frá 12. øld, ið hevur staðið har niðast á bakkanum. Eisini verða kannaðar leivdir av fleiri bygningum, ið stinga út undan bakkanum - veggir og steinsett gólv. Hetta eru bygningar ið her hava staðið, hvør oman á øðrum, frá ymiskum tíðarskeiðum heilt aftur víkingaøld.
Serliga eyðkennið fyri rannsóknina er tó ørgrynnan av væl varðveittu djórabeinunum. Hesi geva okkum møguleikar vit ikki hava havt áður at fáa vitan um, hvussu føroyingar í víkingaøldini gagnnýttu náttúrutilfeingið, og hvussu búskapurin var í elstu søgu okkara.
Foksandur
Tó, ikki er bert sum at siga tað, at grava seg niður á búsetingafláirnar. Nevndu fláir fjala seg undir 1,5-2 m tjúkkum fláum av foksandi, og hesin sandurin ger umstøðurnar til rannsóknirnar heldur enn ikki truplar. Tað hevur tí verið umráðandi, at kunna nýtt nútímans tøkni, tá um slíkar kanningar ræður. Hetta fyri at sleppa undan at grava meturlangar kostnaðarmiklar kanningarveitir í lendið fyri at fáa eina hilling av, hvat fjalir seg undir svørðinum. Í londunum uttan um okkum verða í slíkum førum gjørdar geofysiskar skrásetingar, ið kunnu svara slíkum spurningum. Fleiri hættir eru, ið kunnu verða nýttir. Í samstarvi við ávikavist føroysku og bretsku fyritøkurnar Munin og GSB Prospection eru í summar gjørdar resistivitets- og georadarmátingar, og tykjast úrslitini vera lovandi. Grundað á hesi fara vit at kunna seta á at grava, har tað verður mett at verða áhugavert og at úrslit kunnu spyrjast burturúr.
Rannsóknirnar í ár
Í summar eru fornfrøðiligu kanningarnar meiri umfatandi enn hini árini. Umframt at kanningar verða gjørdar í sjálvum Junkarinsfløtti, verður bakkin har kannaður. Eisini fer fram kanning av bakkanum á Sondum, har Fornminnissavnið áður hevur gjørt kanningar. Hetta er fyri at savna sýni av ymiskum slagi fyri at fáa vitan um tær bústaðaleivdir, har eru. Áður hava kanningar okkara tíðarfest hesar fláir til elstu miðøld, men tær fara uttan iva at verða førdar enn longur aftur í tíð.
Búsetingarsøguliga fatanin er hon, at Sandsbygd hevur verið tríbýtt kanska longu í landnámstíðini. Grundað á hesi búsetingarligu sjónarmið er í ár farið undir at kanna fyrndarbýlingin á Klettum norðri á Bø. Í smærri kanningarveitum er ætlanin at fáa ábendingar um og at eftirkanna búsetingarsøguligu menningina har á staðnum.
Hvørt sum er, við rannsóknunum heima á Sandi er talan um mest víðfevndu fornfrøðiligu rannsóknir, grundaðar á vísindarligar spurningar, sum enn eru gjørdar her á landi. Vanligt hevur annars verið at gera sonevndar neyðrannsóknir.
Fígging
Ein fortreytin fyri rannsóknum av hesum slagi er sjálvsagt, at neyðug fígging er tøk. Almenn fígging til slíkt rannsóknarvirksemi er tíverri ikki tøk her á landi. Fyrstu árini bar til at fáa fíggjarligan stuðul frá stórari náttúruvísindaligari verkætlan, Landscapes Circum Landnám, sum the Leverhulme Trust í Bretlandi veitti. Av tí at hetta ikki ber til longur, er tað sera kærkomið, at oljufelagið Anadarko seinasta ár játtaði munandi stuðul til verkætlanina á Sandi. Aftur í ár hevur Anadarko víst verkætlanini áhuga og vælvild við at veita fíggjarligan stuðul til nevndu geofysisku skrásetingarnar, ið verða framdar í samstarvið millum fyritøkuna Munin og Føroya Fornminnissavn. Partar av fíggingini eru aftur í ár frá amerikanska vísindagrunninum, The National Science Foundation, og City University of New York Northern Science & Education Center.
Eitt av endamálunum í verkætlanini er eisini at tvinna saman verkætlanir og starvfólk í Útnorðri. Tí er tað gleðiligt at eisini Smyril Line hevur stuðlað við atliti at samskiftinum og flutningi av fólki og útgerð millum londini í Útnorði. Henda stuðul hava nevndu feløg stóra tøkk uppiborna fyri.
Verkætlanin og rannsóknarsamstarv
Rannsóknirnar fara fram í eini altjóða verkætlan, Heart of the Atlantic, har kannað verður, hvat fláirnar innihalda, hvussu tær eru samansettar, og hvussu tær eru vorðnar til eins og møguligu orsakirnar til nógva foksandin, ið hylir bústaðaleivdirnar. Verkætlanin verður eisini framd við atliti til ferðavinnuna í oynni eins og ætlanin við verkætlanini er at tvinna saman líknandi rannsóknir og starvsfelagar og lesandi, ið eru virkin í Útnorðri.
Flestu rannsóknarfólkini komu við Norrønu úr Hetlandi fyri ólavsøku, har tey í ein mánaða hava rannsakað fornminni í Old Scatness sunnast á Mainland og á norðastu oynni Unst. Talan er um leivdir úr víkingaøld og tíðarskeiðinum undan víkingaøldini. Rannsóknarhópurin á Sandi telur í løtuni 15 fólk. Flestu teirra koma frá lærdu háskúlunum í Bradford og Durham í Onglandi, onnur teirra eru úr USA og Íslandi. Hetta eru starvsfelagar, ið seinastu mongu árini hava samstarvað við rannsóknir bæði í bretsku oyggjunum, í Íslandi og Grønlandi.
Ein týðandi táttur í verkætlan okkara er at tvinna saman ungar sum eldri starvsfelagar í einum framtíðar útnorðursamstarvi. Sostatt hevur borðið til, at útvega tveimum føroyskum fornfrøðilesandi luttøku í rannsóknum aðra staðir, har teir hava fingið høvið at virka í einum altjóða høpi. Seinasta summar tóku hesir lut í rannsóknum í Íslandi, har teir eisini fingu undirvísing á serligum feltskúlum. Longu um 1. mai í ár fóru teir báðir til suðurgrønlands at taka lut í rannsóknum av norðbúgvabúsetingum har. Nú samstarva teir so við fleiri av somu fólkunum her í Føroyum.
Sum nevnt eru rannsóknirnar heima á Sandi nú tiknar upp aftur, og verður arbeitt har til einaferð út í seinna helming av august. Vitjandi eru vælkomin á rannsóknarstøðini, og greiða starvsfólkini fegin frá arbeiðinum. Í samband við sandoyarstevnuna komandi vikuskifti stendur stevnugestunum í boði at vitja rannsóknarstøðini leygardagin seinnapart. Nærri fer at verða lýst við hesum.
Myndatxt
Við góðum stuðuli frá Anadarko og útlendskum granskingargrunnum ber nú til at halda fram við útgrevstrinum á Sandi