Grava lík uppaftur

Í USA hava myndugleikarnir gjørt av, at eitt lík, sum varð jarðað fyri 50 árum síðani, skal gravast uppaftur.

Líkið er av tí svarta Emmett Till, sum bleiv illa viðfarin og myrdur í august í 1955. Hann var 14 ára gamal og bleiv eftir øllum at døma myrdur, tí hann hevði bríkslað eftir einari hvítari kvinnu. Tá drápsmenninir høvdu myrt hann, tveittu teir líkið í eina á, har tað seinni bleiv funnið.

Talskvinnan hjá FBI, Deborah Madden, segði fyrradagin, at tey 50 ára gomlu skjølini hjá løgregluni vísa, at líkið bleiv ongantíð kannað, og tí bleiv sjálv deyðsorsøkin heldur ikki staðfest. Tað skal gerast nú, og við kanningini vónar FBI at fáa svar uppá, hvør tað var, sum myrdi tann 14 ára gamla drongin. Tað bleiv heldur ikki staðfest tá, og tann seki ella teir seku eru tí heldur ikki revsaðir.