Tað var á sumri í 2007, at tann tá knapt fýra ára gamla bretska smágentan, Madeleine McCann, hvarv úr íbúðini í Praia da Luz í Portugál, har hon var og ferðaðist saman við foreldrum sínum og yngri tvíburasystkjum. Hendingin fór fram eitt kvøldið, meðan foreldrini sótu og ótu á matstovu nærindis íbúðini.
Dúgliga hevur verið leitað eftir bretsku smágentuni, og tíðliga í summar setti týska løgreglan av álvara sjóneykuna á ein 43 ára gamlan týskara, nevndur Christian B, sum um ta tíðina, tá smágentan hvarv, var staddur í umhvørvinum í Praia da Luz.
Kolonihavin, sum løgreglan nú leitar í, liggur nær týska býnum Hannover og einar 64 kilometrar frá býnum Braunschweig, har týskarin skal hava búð eitt skifti fyri nøkrum árum síðan.
Týski ákærumyndugleikin hevur áður sagt, at tey hava ítøkilig prógv um, at hin 43 ára gamli týskarin hevur samband við málið um Madeleine McCann. Sambært Bild varð í gjár leitað í leivdunum av gamla kolonihavahúsinum, og her siga keldur, at løgreglan hevur funnið ein kjallara undir jørð.
Almennu løgreglumyndugleikarnir hava tó ikki váttað hesi tíðindi, men tey hava váttað, at leitingin í leivdunum er eftir bretsku smágentuni, sum hvarv í Praia da Luz í 2007. Týska sjónvarpsrásin - RTL - sigur í dag, at løgreglan hevur funnið eitt rúm undir jørð, nú tey grava í leivdunum av kolonihavahúsunum.
Leitingin fer fram bæði við maskinum, detektorum og sporhundum.
43 ára gamli týskarin, Christian B, sum nú er undir illgruna fyri brotsgerðina móti bretsku smágentuni, er áður dømdur fyri brotsgerðir móti børnum, og hann er eisini dømdur fyri neyðtøku. Í løtuni sitir hann ein dóm í týskum fongsli fyri narkotika. Sambært týskum løgreglumyndugleikum er maðurin dømdur 17 ferðir í Týsklandi.
Ein granni til kolonihavan, sum áður var á leiðini, har løgreglan nú leitar, sigur við BBC, at hin 43 ára gamli leigaði kolonihavan, sum var í økinum og ein tilhoyrandi skúr í nakrar mánaðir - sama ár, sum bretska smágentan hvarv.