Grava fyri ráðhúsinum

Arbeiðið at byggja nýggja ráðhúsið í Norðragøtu er nú byrjað.

Eysturkommuna er farið undir at byggja nýtt ráðhús í Norðragøtu. Tað er Osbjørn Jacobsen, arkitektur, sum hevur teknað húsini. Beint undan Ólavsøku skrivaði Eysturkommuna undir avtalu við KBH um at gera húsini. Samlaði kostnaðurin fyri húsið verður 19,3 milliónir krónur.

- Tað skuldi vera nakað heilt serligt, eitt staðarmerki fyri Gøtu, sum fólk løgdu meerki til, tá ið tey komu til bygdina, segði Jóhan Christiansen, borgarstjóri, við in.fo í fjør.

 

Talan er um eitt heilt serligt hús, sum verður bygt tvørtur um Eiðisá. Samstundis sum at talan verður um ett býráðshús, verður tað eisini brúgv tvørtur um ánna, tí takið gongur niður í jørðina báðu megin og ætlanin er, at tað skal vera uppihaldsøki og gongubrúgv um ánna.

 

Nýggja ráðhúsið er einar 698 fermetrar til støddar og skal hýsa umsitingini og býráðnum hjá Eysturkommunu.