Teir fýra servandu donsku politihundarnir leita framvegis í Nes haga. Leitingin hevur samband við, at Dánjal Petur Hansen hvarv fyri skjótt niggju mánaðum síðan.
Hundarnir eru servandir í at leita eftir nøkrum, sum er grivið niður.
Hundarnir hava hvør sín førara við, og onkur fólk hjá politinum eru eisini við.
Meira vil Bergleif Brimvík, leiðari á kriminaldeildini ikki siga í dag.
- Tað er einki nýtt at frætta, sigur hann.
Tað er eitt rættiliga stórt øki, sum leitað verður á.