Í dag byrjaði fjarhitagrevstur tvørturum vegin beint við rundkoyringina á Frælsinum í Havn.
Tórshavnar kommuna skrivar, at arbeiðið hevur við sær, at eingin gjøgnumkoyring verður úr og til Jóanesar Paturssonar gøtu tvørtur um rundkoyringina á Frælsinum.
– Hetta er galdandi frá mánadegnum 24. juni til mánadagin 1. juli klokkan 8, og í hesum tíðarskeiðnum koyrir leið 1 ikki eftir Frælsinum, men eftir J.C. Svabos gøtu, skrivar Tórshavnar kommuna.
##med2##