Klaksvíkar kommunu er farið undir at grava aftur á Akursmørk, men hesaferð eru fólk frá Tjóðsavninum til staðar undir útgrevstrinum, fyri at halda eyga við, um fornfrøðiligar leivdir koma undan kavi.
- Skuldi tað hent, at fornminni koma undan kavi, verður arbeiðið steðgað, inntil fornminnini eru skrásett. Harafturat verður írestandi grevstrararbeiðið í samstarvi millum kommununa og Tjóðsavnið lagt soleiðis til rættis, at ikki verður grivið so djúpt, at tað á nakran hátt kann skaða fornleivdir undir bønum, skriva Klaksvíkar kommuna og Tjóðsavnið í felags tíðindaskrivi.
Klaksvíkar kommuna og Tjóðsavnið hava kannað skjølini nærri og hava nú staðfest, at Akursmørk ikki er friðað øki. Tó er tað sama galdandi sum alla aðrastaðni í landinum, at um jarðføst fornminni verða funnin, eru tey at meta sum friðað.
Akursmørk er kortini nevnd á einum lista yvir støð og bygningar í Klaksvík, sum hava søguligt og møguliga fornfrøðiligt virði.
Klaksvíkar kommuna og Tjóðsavnið er vorðin samd um, at samskifti millum partarnar ikki hevur verið nóg gott og má betrast. Klaksvíkar kommuna er tí eisini farið í gongd við at skráseta øll økini á áðurnevnda lista í KT-skipanunum, sum kommunan nýtir, so at líknandi støður ikki taka seg upp aftur.